Skotland skal aftur á Svangaskarð

Tað gav at bíta, tá skotar í 2002 fingu at vita, at teir skuldu spæla á Svangaskarði.

Nýliga setti landslilðsvenjarin, Berti Vogts, gav ilt av sær, men tá alt kom til alt, mundi hann tó prísa sær lukkuliga. Serliga hevði Vogts funnist at, at vøllurin sjálvur var ov vánaligur á Svangaskarði, men var tað ikki fyri ein keðiligan bøkk, so kundi John Petersen skotið hat-trick til 3-0, og tá høvdu skotar neyvan kunna bjargað sær javnleikin.

Tá skotar tann 6. juni fara á vøllin á Toftum, er hetta fjórða ferðin, at Føroyar spæla á Svangaskarði móti Skotlandi. Tvær av hesum ferðunum hava Føroyar fingið sær javnleik, so hagtølini geva okkum góðar møguleikar undan dystinum.

Undan hesum - tann 2. juni - skal landsliðið tó á aðra og størri uppgávu. Tá koma sjálvir heimsmeistararnir til Føroya, og verður dysturin móti Italia spældir á Tórsvølli.