Fótbóltslagið á Hampden Park í Glasgow er framúr í løtuni, og tað kyndir av álvara undir fótbóltsfepurin, sum verður í skotska ferðalagnum til Føroya, har Skotland týskvøldið verður gestur.
Skotland vann í kvøld 3-2 ímóti Ísrael. Sigursmálið varð skorað, tá ið tríggir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina. Skotland átti horna í høgru, og við handara stólpa var tað Scott Mc Tominay, sum stýrdi bóltin í málið.
Sigurin ber við sær, at Skotland á øðrum plássi hevur 14 stig, og Ísrael á triðja plássi hevur 10 stig.
Eran Zahavi, sum var dagsins maður og skoraði trý mál, tá ið Ísrael vann 4-0 í Føroyum, legði Ísrael á odda við fínum frísparki í fimta minutti, John McGinn javnaði, tá ið hálvur tími var farin, og bara tveir minuttir seinni legði Munas Dabbur Ísrael framum 2-1. Skotland hevði stóran møguleika at javna, tá ið dómarin dygst undan steðginum bríkslaði fyri brotssparki, men Lyndon Dykes sendi bóltin á ísraelska málverjan Ofir Marciano.
Skotland pressaði øgiligt í seinna hálvleiki, og trettan minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at javna til 2-2, tá ið Lyndon Dikes so at siga gjørdi tað gott aftur. Og so var tað, at Skotland í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði 3-2 sigursmálið.
Týskvøldið fer Skotland at spæla á útivølli ímóti Føroyum, og Ísrael fer at spæla á heimavølli ímóti Moldova.
Klokkan 19.45 spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og Moldova eigur heimavøll ímóti Danmark.