Skotar løgdu bragdliga fyri ímóti Georgia leygardagin, og tá ið 10 minuttir vóru farnir, legði Kris Boyd heimaliðið framum, eftir eitt gott innlegg frá Gary Teale. Eftir hetta setti Georgia seg á spælið, og tað gav úrslit fimm minuttir undan steðginum, tá ið fyrrverandi Glasgow Rangers-leikarin, Shota Arveladze, javnaði. Inntil tað restaðu tveir minuttir stóð á jøvnum. Hampdem Park kókaði rættuliga, tá ið innskifti Craig Beattie skoraði sigursmálið.