Skotland fekk ov nógv mál

- Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at geva venjaranum skuldina fyri hetta tapið, tí tað vóru persónligir feilir á vøllinum, sum góvu Skotlandi málini, sigur fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Skotlandi

(Glasgow): Craig Brown hevur fýra ferðir staðið á odda fyri skotska landsliðnum, sum hevur spælt ímóti Føroyum. Á heimavølli vann hann báðu ferð, men hann vann bara annan dystin í Føroyum. Hin endaði við javnleiki.
Craig Brown var viðmerkjari hjá BBC til landsdystin á Celtic Park leygardagin, og eftir dystin fingu vit orðið á tann fyrikomandi og fryntliga venjaran, sum hevur nógv gott at bera føroyingum.
- Skotland fekk nøkur løtt mál í dag. Mær dámar ikki at kritsera einstakar spælarar, men kanska hevði ein hepnari málmaður klárað at forða fyri onkrum av málunum. Eg havi sum venjari sjálvur spælt ímóti Jákup, og mær hevur altíð dámt hann sera væl sum málmann, men hann var eitt sindur óheppin í dag. Hann fekk hondina á bæði brotsspørkini, men tíverri fór bæði í málið, segði Craig Brown.
- Skotland hevur eitt gott lið, og teir vóru eisini betri í hesum dystinum, men eg haldi, at sigurin var í so stórur. Umframt málini, sum Skotlandi skoraði, so høvdu teir ikki so nógvar kjansir, og føroyska liðið vardi væl.
- Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at geva venjaranum skuldina fyri hetta tapið, tí tað vóru persónligir feilir á vøllinum, sum góvu Skotlandi málini. Hann hevði valt ein góðan taktikk, men tað ber illa til at verja seg fyri mistøkum hjá spælarunum, segði Craig Brown.
 
Vónar at Føroyar fáa stig
Hóast avrikið hjá Føroyum leygardagin ikki stóð mát við undanfarnar dystir ímóti Skotlandi, so vildi Craig Brown ikki finnast at liðnum, men hann roknaði við, at Føroyar fáa aðrar truplar dystir.
- Eg havi hildið, at føroyska liðið hevur ment seg nógv hesi árini, og liðið mennir seg framvegis. Tað er ikki lætt at spæla í Føroyum  serliga á Toftum  og tað verður heldur ikki lætt hjá Skotlandi at fara til Føroyar næsta ár. Men tað verður hinvegin eisini sera trupult hjá Føroyum at spæla á útivølli ímóti Fraklandi, Italia og Ukraina.
- Eg vóni, at Føroyar fara at standa seg betur enn í hesum báðum fyrstu dystunum og fara at fáa okkurt stig, tí tað hava Føroyar uppiborið. Eg havi altíð sagt, at Føroyar hava verið tað mest sportliga av øllum londunum, sum vit hava spælt ímóti. Sjálvt tá ið vit hava vunnið á Føroyum, hava spælararnir borið seg sømiliga og ítróttarliga rætt at, og tað er meira, enn vit kunnu siga um onnur lond.