Skotland-Føroyar 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Barbaru Herdalur Poulsen & Hannu Andriasdóttir Olsen, og Jan Hentze, viðmerkjara seta orð á greiða tapið móti Skotlandi

##med2##

Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu greitt bólkafinaluna móti Skotlandi í bólki B í smálandakappingini, ið er í Luksemborg í hesum døgum. Skotland vann greitt fyrsta og triðja sett við settúrslitinum 25-17. Frægasta føroyska avrikið var í øðrum setti, ið endaði 25-22 til Skotland.

Føroyar skulu nú spæla hálvfinalu ímóti vertstjóðini, Luksemborg. Dysturin byrjar klokkan 19.30. 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Sendingin byrjar klokkan 19.20.

Á ljóðfíluni omanfyri hoyrist frá FM1:

1) Óli G. Samuelsen sigur frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Jan Hentze var viðmerkjari.

2) Hoyr Jan Hentze taka samanum dystin. Jan staðfestir, at talan var um eitt framúr gott skotskt lið, men um føroyska liðið betrar avrikið eru tær føroysku kvinnurnar ikki uttan møguleikar móti Luksemborg í kvøld.

3) Hoyr hagtalssavnaran, Andreas Reinert Zachhau útgreina dystin hagtalsliga.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Barbaru Herdalur Poulsen & Hannu Andriasdóttir Olsen, ið als ikki eru nøgdar við avrikið, men báðar trúgvu uppá, at føroyska liðið eigur meir í sær, og kann avrika væl betur móti Luksemborg í kvøld.

Vinna Føroyar á Luksemborg spælir føroyska liðið finalu í morgin klokkan 15.30. Tapir føroyska liðið móti Luksemborg spælir føroyska liðið bronsudyst klokkan 13. FM1 sigur frá dystinum Føroyar spæla í morgin.

##med3##

Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum. Hoyr greiningar frá Jan Hentze og Andreas R. Zachhau, og hoyr samrøður við Barbaru Herdalur Poulsen & Hannu Andriasdóttir Olsen