Varðhaldsfongslingin hjá 36 ára gamla manninum úr Miðvági, sum 9. desember í fjør varð varðhaldsfongslaður fyri at hava skotið eftir løgregluni, er nú longd til 2. mars.
Eftir hendingina í Miðvági varð maðurin varðhaldsfongslaður in absentia í Føroya rætti, tí maðurin lá tá á Landssjúkrahúsinum, og ráðiligt var ikki at fáa hann oman í rættarsalin.
Maðurin varð síðani fluttur á Ríkissjúkrahúsið, tí hann mátti leggjast undir skurð vegna teir løstir, ið hann hevði fingið, tá løgreglan skjeyt hann.
8. januar varð maðurin fyri fyrstu ferð fyri dómara - hetta var í rættinum í Keypmannahavn - og har varð hann aftur varðhaldsfongslaður í surrogat í 27 dagar, tí hann var framvegis innlagdur á sjúkrahúsinum.
Ákæruvaldið í Føroyum greiðir frá, at maðurin varð ikki hesaferð varðhaldsfongslaður í surrogat, tí hann er útskrivaður av sjúkrahúsinum.
Ákæruvaldið kundi hinvegin ikki siga, um hvørt maðurin sat varðhaldsfongslaður í Keypmannahavn, ella um hann var komin heim til Føroya at sita í varðhaldi, tí at løgreglan í Danmark hevur tikið yvir í málinum. Ákæruvaldi visti heldur ikki at siga, um hvørt varðhaldsfongslingin varð longd í Føroya rætti ella í býrættinum í Keypmannahavn.