Fyrr í kvøld frættist um skot í einum amerikanskum blaðhúsi. Talan var um blaðhúsið hjá Capital Gazette í býnum Annapolis í statinum Maryland.
Løgreglan kannaði tá málið.
Nú er støðan eitt sindur greiðari: Nú sigur løgreglan, at fimm fólk eru deyð av skotunum, og at fleiri eru særd. Løgreglan hevur tikið ein persón, og mett verður, at hetta er persónurin, sum hevur skotið.