Í USA vilja myndugleikarnir fegnir hava at vita, hvør tað var, sum skjeyt ein grindahval, sum rak upp á land í statinum New Jersey. Hvalurin, sum er hálvan fjórða metur langur, var deyður, tá hann rak inn í fjøruna.
Blaðið Star-Ledger í býnum Newark hevur tosað við ein mann, sum hevur arbeitt 25 ár hjá veðurlagsstovninum NOAA, og sum ongantíð siga seg hava hoyrt um, at ein skotin hvalur er rikin upp á land.
Bob Schoelkopf, sum er embætismaður í Newark, sigur við blaðið, at skotsárið gjørdi, at hvalurin fekk ikki etið. Embætismaðurin leggur afturat, at hvalurin hevur svomið leingi og langt, áðrenn hann rak upp á land.