Skotin fótbóltsspælari vil til HM

Í farnu viku var Salvador Cabanas skotin í einum vertshúsum í Mexico býi. Cabanas var leingi undir skurði, men tað eydnaðist ikki skurðlæknunum at taka burtur kúglina í høvdinum hjá Cabanas.

 

Salvador Cabanas lá uttan vit teir fyrstu dagarnar, men hann er nú komin so frægt fyri seg, at hann kann flyta bæði armar og bein, og hann hevur prátað við bæði læknar og skyldfólk.

 

Paraguay er eitt av teimum 32 londunum, sum hava spælt seg í HM-endaspælið í Suður-Afrika, og tað fyllir nógv í hugaheiminum hjá Salvador Cabanas.

 

- Hann hugsar nógv um HM. Hann hevur tosað við læknan um tað, og tað er gott. Tað motiverar Salvador. Honum leigist eftir at sleppa at venja aftur, sigur Michel Bauer, sum er forseti í tí meksikanska felagnum hjá Salvador Cabanas, America við meksikanskar fjølmiðlar.

 

Cabanas var toppskjútti hjá Paraguay í HM-undankappingini við seks málum. Tað verður ein stórur missur fyri Paraguay, um hann ikki verður tøkur til HM-endaspælið.

 

- Eg vænti, at tað kemur at ganga væl við Salvador Cabanas. Eg veit, at øll ynska, at hann kann spæla við í HM-endaspælinum, men tað er ógjørligt at spáa um slíkt, sigur landsliðslæknin hjá Paraguay, Aldo Martinez.