Í dag seinnapartin varð fyrsta skotið latið av fyri fótbóltsvøllinum niðan fyri Skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Grivið hevur verið omanav seinastu dagarnar, og nú er so komið niður á hellu.
Grótið, sum nú verður sprongt, verður brúkt til at gera nýggju útstykkingina Oman Gil, sum eftir ætlan skal verða liðug tann 1. november í ár.
Tað veit Tórshavnar kommuna at siga í dag.