Skotið upp fólkaatkvøðu

Á tingfundinum fríggjadagin legði Sambandsflokkurin fram uppskot sítt um leiðbeinandi fólkaatkvøðu áðrenn samráðingar um ríkisrættarligu støðu Føroya

Sambandsflokkurin metir ikki fullveldisætlan landsstýrissins at vera demokratiska. Tí legði hann fríggjadagin uppskot fyri Løgtingið um, at gera eina løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan.

Sambandsflokkurin skjýtur upp, at vegleiðandi fólkaatkvøðan verður hildin 7. desember. Á atkvøðuseðlunum skulu vera tveir spurningar. Spyrjast skal, um fólk vil, at landsstýrið tekur upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sínamillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi, ella um fólk ynskir, at landsstýrið tekur upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina um eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar innan ríkisfelagsskapin.


Loysing í fýra stingum

Sambandsflokkurin vísir í uppskoti sínum á, at landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja fullveldisætlanina í fýra stingum. Og, sum Sambandsflokkurin skilir greiða politiska mál samgongunnar, eru Føroyar ikki í ríkisfelagsskapi við Danmark longur, tá tilgongdin er liðug.

Tey fýra stigini, Sambandsflokkurin vísir á, eru:

Tað fyrsta er stigið, sum bar við sær avtaluna við donsku stjórnina frá 10. juni 1998 og uppskotið til samtyktar frá 18. august. Sambandsflokkurin vísir á, at hetta stigið er avgreitt.

Næsta stigið fevndi um kanningar, útgreiningar og fyrireikingar. Sambandsflokkurin vísir á, at hetta stigið fyri mesta partin er liðugt við almannakunngerðini av Hvítubók og tí orðaskifti, sum nú verður Løgtinginum og til seinast við tí arbeiði, sum grundlógarnevndin er í ferð við at gera.

Tað triðja stigið snýr seg um, at samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina. Tá orðaskiftið á tingi er liðugt, fer landsstýrið undir eina ætlan um, hvussu og hvat skal henda. Út frá hesum verður eitt upplegg skrivað, sum skal verða grundarlagið undir samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina um nýggjan sáttmála.

Sambandsflokkurin vísir á, at tað fjórða stigið av landsstýrinum verður kallað tann demokratiska avgerðin. Stigið inniber, at tá ið nevndu samráðingar eru lidnar og ein endaligur sáttmáli er gjørdur millum stjórn og landsstýrið, skulu ávikavist Fólkatingið og Løgtingið góðkenna sáttmálan. Síðani skal sáttmálin leggjast til fólkaatkvøðu í Føroyum. Fær hann meiriluta, verður hann settur í verk. Tá alt hetta er avgreitt, verður uppskotið til føroyska grundlóg lagt fyri tingið til góðkenningar. Góðkennir Løgtingið grundlógaruppskotið, verður tað lagt til fólkaatkvøðu. Og atkvøður ein meiriluti av Føroya fólki fyri grundlógini, verður hon sett í gildi.


Ódemokratiskt

? Ætlan landsstýrisins letst at vera demokratisk, men í roynd og veru má hon sigast at vera tað øvuga. Í besta lagi er hon bara demokratisk at navni, tí fólkið sleppur ikki at tala, fyrr enn tær ymsu avgerðirnar eru framdar, og tá er ov seint, sigur Sambandsflokkurin í uppskotinum.

Flokkurin heldur tað geva ógvuliga lítla meining senda tann sáttmálan, sum verður gjørdur millum landsstýrið og donsku stjórnina, og sum tá er góðkendur í báðum teimum parlamentarisku tingunum, til eftirfylgjandi fólkaatkvøðu. Tí tá skal borgarin taka støðu til ein fullgjørdan veruleika og til nakað, sum hann eftir øllum sannlíkindum at døma ikki hevur givið heimild til frammanundan.

Sambandsflokkurin heldur, at landsstýrið hevur tikið sær rætt til at tulka seinasta valúrslit sum eina heimild til at samráðast við donsku stjórnina um millum annað at avtaka blokkstuðulin og at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi. Hetta skilir Sambandsflokkurin sum, at ætlanin í roynd og veru er at loysa fullkomuliga frá Danmark. Hann vísir á, at roknast kann við, at um landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast eftir hesum leisti, so vendst ikki aftur, sjálvt um meirilutin er ímóti, tá sáttmálin skal góðkennast við eina fólkaatkvøðu.

? Tað má haldast at vera sera ivasamt, um meirilutin av Føroya fólki er sinnaður at geva landsstýrinum heimild at samráðast við donsku stjórnina um ein nýggjan sáttmála, sum eisini ber í sær, at Føroyar fara burtur úr ríkisfelagsskapinum og gerast eitt land við fullveldi.

Tí skjýtur Sambandsflokkurin upp eina vegleiðandi fólkaatkvøðu áðrenn landsstýrið fer til samráðingar.


Lítil undirtøka

Sum Sosialurin skilir, kann Sambandsflokkurin ikki vænta sær ta heilt stóru undirtøkuna fyri hesum uppskotinum. Heldur ikki frá honum andstøðuflokkunum. Miðflokkurin tekur, sum vit vita, undir við fullveldisætlanini og formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, segði í samrøðu við Sosialin herfyri, at hann helt vanda vera fyri, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða fór at geva eina skeiva mynd av hugsan fólksins. Orsøkina segði hann vera, at av tí at talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, fara fólk ikki at taka hana í álvara og fara tískil kanska bert tey, sum eru ógvuliga heit fyri fullveldisætlanini á val, meðan hini sita eftir ella øvugt.

Javnaðarflokkurin sigur seg tískil ikki taka undir við uppskotinum frá Sambandsflokkinum, men vísir á, at ein meiningakanning kann geva eina nógv betri mynd av støðu føroyinga til fullveldisætlanina.

Edmund Joensen sigur seg vera ógvuliga keddan av støðu Javnaðarfloksins til uppskotið, men sigur seg kortini hava vónir fyri, at tað fer at fáa undirtøku.