Nýggjasta skotið á føroysku fótbóltsstammuna ? Skotið úr Havn ? varð stovnað í vár, men tá felagið varð stovnað somikið seint, eru teir ikki partur av kappingini, sum varð løgd til rættis, áðrenn Skotið var stovnað.
Nú hevur FSF tó gloppað dyrnar fyri nýggja felagnum. Í rundskrivi um kappingini verður sagt, at um lið tekur seg úr kappingini í 4. deild, verður plássið hjá hesum liði latið Skotinum. Samstundis verður heitt á feløg, sum møguliga ikki kunnu manna lið til 4. deild, um at siga FSF frá hesum sum skjótast.