Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald við Rókina og í Løkshøll, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar í tíðindaskrivi.
Hátíðarhaldið byrjar við at borgarstjórarnir, Jóhannus Danielsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina.
Aftaná verður farið í Løkshøll til ein drekkamunn, har skráin er hendan:
1. Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, bjóðar vælkomin.
2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, heldur røðu.
3. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur røðu.
4. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, heldur røðu.
5. Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, heldur røðu.
Eftir hetta er møguleiki hjá øðrum at siga nøkur orð. Hátíðarhaldið endar kl. 18.30.
Nakað er tó eftir at spreingja fyri at koma ígjøgnum millum Eysturoynna og Streymoynna.