Í síðstu viku vórðu sprongdir 123 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.902 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum, skrivar Eystur- og Sandoyartunnilin á teirra facebookvanga.
Móti Rókini eru 8 metrar eftir at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 317 metrar.
Ætlandi verður skotið ígjøgnum móti Rókini í morgin og millum Eysturoynna og Streymoynna um mánaðarskifti mai-juni.
Hvítanes: Í seinastu viku vórðu 23 metrar sprongdir. Í alt eru nú sprongdir 5.070 metrar frá Streymoyarlandinum.
Rundkoyring - Hvítanes: Sprongdir vóru 29 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.029 metrar.
Rundkoyring - Rókin: Í seinastu viku vórðu sprongdir 50 metrar. Har eru í alt sprongdir 2.145 metrar.











