Skotið gásapar til stuttleika

Djóni Zakaris Frýdal av Velbastað er mest sum skelkaður av, at nakar kann fáa seg at skjóta eitt gásapar við níggju smáum ungum, bara til stuttleika Djóni Zakaris Frýdal gjørdist illa við, tá hann um trítíðina í dag fór at hyggja sær til gæsnar. Tí tær lógu báðar deyðan og allir níggju ungarnir burtur.

Djóni ringdi til løgregluna at boða frá, sjálvt um vónirnar kanska ikki eru tær størstu at finna tann ella teir seku. Løgreglan kom á staðið, og saman við eigaranum og blaðmanni og myndamanni hjá Portalinum savnaði løgreglumaðurin tilsamans 10 patrónhylki saman. Eini tvey av hesum vóru ikki brostin.

Hetta er helst hent í gjárkvøldið, tí bæði gásapar og ungar vóru á lívi seinnapartin í gjár, greiddi Djóni Frýdal løgregluni frá.

Ungarnir vóru bert fimm dagar gamlir, og tá eru teir prísgivnir, um gásaparið ikki er har at verja teir. Rovfuglarnir fara avstað við teimum.

Tað er sjálvandi eisini ein møguleiki, at gerningsmaðurin ella ?menninir hava tikið teir, men tað er meiri sannlíkt, at rovfuglarnir hava fingið ein góðan bita, heldur velbastaðmaðurin.

Og tað kundi eisini verið líkt til, at patónhylkini sløgdust um eitt størri øki. Tað kundi sæð út til, at skjúttin er byrjaður uppi á sjálvum vegnum, og síðani hevur flutt seg 20-30 metrar oman í bøin. Á tí staðnum lógu fimm patrónhylki einar 10 metrar frá deyðu gæsnum.

Løgreglumaðurin helt, at talan helst hevur verið um eina »pumpgun« ella eina hálvautomatiska byrsu við fimm skotum.

Um nakar hevur varnast nakað óvanligt á vegastrekkinum omanfyri Velbastað í gjárkvøldið, verða tey biðin at boða løgregluni frá á telefon 351448.