Skóti 97/98

Aftur í ár hevur Føroya Skótaráð givið út árbók skótanna. Skóti 97/98, sum verður latin øllum skótum í Føroyum ókeypis.

Aftur í ár hevur Føroya Skótaráð givið út árbók skótanna. Skóti 97/98, sum verður latin øllum skótum í Føroyum ókeypis.

Bókin inniheldur m.a. álmanakka fyri skótaárið 1997/98, landsskránna, upplýsingar um skótarørsluna, hugskot til skótavirksemið, tímatalvu og adressulista fyri ábyrgdarleiðarar.

Bókin er 112 síður í uml. A6-stødd.

Lagt til rættis hevur Kári Olsen, skótaráðgevi, prentingin er gjørd hjá pf. Einars Prent, og bókbindingina hevur Eyðfinn Jacobsen, bókbindari tikið sær av.