Skotbardagi við tinghúsið

Minst átta fólk lógu eftirá eftir ógvusligan skotbardaga uttan fyri indiska tjóðartingshúsið í gjár

 

Skotbardagin brast á, tá seks ókendir menn brádliga fóru at skjóta uttan fyri eina av inngongdunum til tjóðartingshúsið. Trygdarmenninir, sum stóðu á varðhaldi, skutu afturímóti, samstundis sum politikarar og oinnur royndu at leita sær skjól inni í tinghúsinum.

Indiska tingið var júst liðugt við dagsins fund, tá skotbardagin brast á, men nógvir tinglimir vóru framvegis inni í tinghúsinum. Eisini fleiri stjórnarlimir, teirra millum George Fernandes, verjumálaráðharri og Lal K. Advani, innanríkisráðharri, vóru í tinghúsinum, har teir noyddust at bíða, meðan skotbardagin leikaði á.

Sambært indisku myndugleikunum doyðu fimm av teimum seks álopsmonnunum og tríggir trygdarmenn.

Nógv tíðindafólk og myndafólk høvdu verið í tinghúsinum og fylgt tingfundinum, og tað hevði við sær, at skottilburðurin varð sendur beinleiðis í fleiri indiskum sjónvarpsstøðum.

Indiska stjórnarskrivstovan boðaði eftir til-burðin frá, at Atal Bihari Vajpayee, forsætisráðharri var ikki staddur í tinghúsinum, tá teir ókendu menninir lupu á, men aðrar keldur vildu vera við, at forsætisráðharrin skuldi júst fara úr tinghúsinum, tá skotbardagin byrjaði.

Indiskur politikkur hevur eina blóðuga fortíð, og fleiri av landsins fremstu politikarunum eru vorðnir myrdir, teirra millum forsætisráðharrarnir Indira Gandhi og Rajiv Gandhi.