Skotbardagi við føroyska Sjúklingahotellið í Keypmannahavn

Hildið verður, at fýra persónar eru raktir av skotum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn.

 

Fleiri skot vórðu latin av á Hans Knudsensplads á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sum er nærindis føroyska sjúklingahotellinum.

 

Danskir miðlar skriva, at nógv politi er á staðnum, og at alt økið er stongt.

 

– Fólk eru skotin harúti. Fleiri eru rakt. Vit eru kanska uppi á fýra persónum, men í løtuni kunnu vit vátta, at tveir persónar eru raktir. Onkrir persónar eru koyrdir á sjúkrahúsið uttan sjúkrabilar, so tað er ilt at siga, hvussu nógv fólk talan er um, upplýsir vakthavandi á Københavns Politi fyri Ekstrablaðnum.

 

Vakthavandi kann ikki úttala seg um motivið fyri skótarínum, men øll spor verða fylgd, sigur hann.

 

– Vit eru har kanna alt. Vit eru í ferð við at gera kanningar á gerningsstaðnum fyri at finna spor. Vit hava nógv fólk úti í øllum býnum og er eyka varsom. Vit vita enn ikki, um hetta er ein bandauppgerð, men vit halda eyga við, um okkurt hevndartiltak verður, sigur vakthavandi.

 

Hann upplýsir samstundis, at støðan hjá teimum særdu er ókend.

 

Eitt vitni sigur við Ekstrablaðið, at millum 8 og 10 skot vórðu latin av.