Skotbardagi millum sýrar og jordanar

Sýriskir og jordanskir stjórnarhermenn skutu í gjárkvøldið eftir hvør øðrum á markinum millum tey bæði londini. Hendingin var við Tel Shihab-Tura einar 80 kilometrar norðan fyri jordanska høvuðsstaðin, Amman.

Sambært tíðindastovunum skutu sýriskir hermenn inn um jordanska markið fyri at steðga fólki, sum royndu at flýggja til Jordan. Teir jordansku hermenninir skutu afturímóti. Jordanskir hermenn hava fyrr loyst skot av við markið, tá sýriskir hermenn hava roynt at forða fólki at flýggja úr Sýrialandi til Jordan.

Fleiri lond í Vesturheiminum hava leingi stúrt fyri, at ófriðurin í Sýrialandi skal breiða seg til grannalondini.