Eftir at hava merkt býarmyndina nú í nakrar dagar, eru eingir skotar at síggja í høvuðsstaðnum. Havnin líkist sær sjálvari aftur, ella næstan sær sjálvari, tí í morgun sóust framvegis leivdir frá skotunum hist og her í býnum. Eitt nú hevði Traðarmaðurin hjá Hans Paula Olsen uttanfyri býráðið fingið ein skotskan hatt á høvdið. Og tað má sigast, at hesin sá eins gott út og føroyska liðið gjørdi á vøllinum í seinna hálvleiki í gjárkvøldið.










