Í sambandi við grein, ið stóð í Sosialinum herfyri um landsfundin hjá skótarørsluni var róð uppundir, at henda rørsla í Føroyum næsta ár hevði 60 ár á baki.
Hetta er bert rætt í ein ávísan mun. Ein lesari hevur gjørt okkum varðugar við, at tá talan er um KFUM-skótarnar í Føroyum, er pástandurin í greinini rættur. Men skótarørslan sum soleiðis hevur verið í Føroyum longri enn so.
Lesarin ger vart við, at KFUK-skótarnir vórðu settir á stovn í Føroyum í 1928 ? 9. mai, fyri at vera heilt nágreiniligur ? meðan gulu skótarnir eru enn eldri.
Hetta er ein misskiljing, sum blaðmaðurin hevur ábyrgdina av, og harmast hann um mistakið, sum hervið skuldi verið rættað.
lp










