Tað vísir seg at verða torført hjá skotska loysingarflokkinum, SNP, at fáa undirtøku fyri loysing frá Bretlandi.
Nýggjasta kanningin frá YouGov vísir, at 43% av skotum taka undir loysingini, meðan 57% ikki taka undir við at loysa.
Tað líkist úrslitinum frá fólkaatkvøðuni í 2014, tá 45% atkvøddu fyri loysing og 55% atkvøddu fyri at verða verandi.
Nicola Sturgeon, forkvinna í SNP, segði eftir Brexit, at Skotland skuldi hava eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing nú Bretlandi fór úr ES, tí Skotland hevði valt at verða verandi í ES og tí skuldi skotska fólkið sleppa at velja framhaldandi ES limaskap.
Enn er ikki endaliga ásett nær næsta fólkaatkvøðan verður, men bretski forsætismálaráðkvinnan, Theresa May, vil hava hana útsetta til eftir Brexit samráðingarnar eru komnar uppá pláss og við tí kunnu skotar hava tað við í valstríðnum.
Nicola Sturgeon hevur sagt, at fólkaatkvøðan skal helst haldast áðrenn, so støða skal takast til um Skotland er við sum partur av Brexit samráðingunum ella ikki.









