Fótbóltur
Seinasta hond varð løgd á fyrireikingarnar hjá skotska landsliðnum, tá ið liðið í gjárkvøldið var í Eysturríki og spældi venjingardyst. Gaman í vann Skotland dystin, men spælið hjá skotsku manningini hekk als ikki væl saman. Kanska ein avleiðing av, at fleiri av vanliga føstu spælarunum høvdu givið avboð vegna skaðar.
Einsamalla málið í dystinum skeyt Garry O’Connor, tá gott korter var farið av sienna hálvleiki.
Tað er heilt vist, at skotar ikki undirmeta Føroyar. Hetta váttaði eisini skotski venjari, Alex McLeish, eftir dystin.
- Vit hava jú verið har fyrr, og vit vita hvussu tað er. Vit fáa ein torføran dyst, segði venjarin við SkySports, og vísti á, hvussu vánaligt graslíkið er á Svangaskarði. Okkurt bendir á, at McLeish hevur sæð dystin millum Føroyar og Ukraina fyrr í ár, tá ið grasið á vøllinum var nærri líkt einum svínastalli.
Tað skal tó leggjast afturat, at toftamenn hava gjørt eitt stórt arbeiði síðani tá. Sum skilst, so er grasið á Svangaskarði sum fyrsta dagin, hóast Ukraina-dysturin fór ógvuliga illa við undirlagnum.