Skotar skulu ikki hava evruna

Velja skotar loysing frá hinum partinum av Bretlandi, fara teir at varðveita tað bretska pundið sum gjaldoyra heldur at at brúka felags evropeiska gjaldoyrað, evruna. Tað sigur skotski varaforsætisráðharrin, Nicola Sturgeson.

-Vit hava sagt, at vit ætla okkum at halda fram við bretska pundinum, og vit hava ongar ætlanir um at brúka evruna sum gjaldoyra, fyrr enn tær búskaparligu umstøðurnar eru tær røttu. Harafturat er tað einki at dylja yvir, at soleiðis sum støðan í evruøkinum er í løtuni, er tað ikki serliga sannlíkt, at eitt sjálvstøðugt Skotland fer at brúka evruna sum gjaldoyra, sigur varaforsætisráðharrin.

Ætlandi verður fólkaatkvøða í Skotlandi í 2014 um at loysa frá hinum partinum av Bretlandi, men sambært meiningakanningum eru flestu skotar ikki serliga hugaðir fyri at loysa nú.