Skotar skikka sær væl

Sum flest øllum kunnugt hevur landsdystur verið um vikuskiftið. Nógvir vóru skotarnir, sum hava leitað sær til landið, men hetta merkti løgreglan í Havn lítið og einki til. ? Teir larma eitt sindur, men teir hava skikkað sær stak væl. Tónleikur og róp hava verið at hoyrt har teir hava verið, men ongin ófriður, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Politiið var eisini á Svangaskarði, og har var ein, sum varð tikin við á støðina. Hann verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna.
Trý fólk hava verið gestir á politistøðini um vikuskiftið. Hetta fyri at sova rúsin av.