Landsdystur
Týski venjarin hjá Skotlandi, Berti Vogts, er í ringum skørum, nú hann fyri fyrstu ferð skal leiða liðið í einum teljandi dysti. Undan hesum dystinum hevur Vogts staðið á odda fyri liðnum fimm ferðirnar, og hvørja ferð hevur talan verið um tap, og hetta er vánaligasti byrjanin, sum nakar skotskur landsliðsvenjari hevur havt.
Tí er lítið at ivast í, at Vogts ræðist eini endurtøku av javnleikinum, sum Føroyar fingu móti Skotum, tá Hans Fróði í seinastu løtu stútaði eitt hornaspark í kassan á Svangaskarði. Um so er, verður talan um eina endurtøku, sum væl kann kosta týskaranum venjarasessin, longu áðrenn hann veruliga er komin ígongd.
Til dystin móti Føroyum hevur Vogts í fyrstu atløgu sent boð eftir 25 leikarum. Hetta tal verður tó seinni skorið niður í 18 mans, men at somikið nógvir eru boðsendir til bruttohópin, ber boð um, at venjarin ivast nógv í, hvørjar leikarar hann skal seta sítt álit á.
Í skotsku miðlunum verður nógv gjørt burtur úr, at miðvøllruin ikki riggar nóg væl, men hóast hetta, so er lítið at ivast í, at leikarar sum Barry Ferguson og Paul Lambert fara at teljst millum tryggu evnini til miðvøllin.
Umframt teir báðar, sum spæla við ávíkavist Rangers og Celtic, so telir skotska liðið fleiri leikarar úr júst hesum báðum feløgum, umframt at talan í stóran mun er um leikarar, sum hava sína dagligu gongd í bestu deildunum í ávíkavist Onglandi og Skotlandi.
Teir 25, sum eru við í skotska bruttohópinum eru annars hesir:
Neil Alexander (Cardiff), Robert Douglas (Celtic), Paul Gallacher (Dundee), Graham Alexander (Preston), Stephen Crainey (Celtic), Christian Dailly (West Ham), Maurice Ross (Rangers), Robbie Stockdale (Middlesbrough), David Weir (Everton), Lee Wilkie (Dundee), Barry Ferguson (Rangers), Scot Gemmill (Everton), Paul Lambert (Celtic), Derek McInnes (WBA), Kevin McNaughton (Aberdeen), Dominic Matteo (Leeds), Gary Naysmith (Everton), Scott Severin (Hearts), Gareth Williams (Nottingham F.), Stephen Crawford (Dunfirmline), Paul Dickov (Leicester), Scott Dobie (WBA), Allan Johnston (Middlesbrough), Kevin Kyle (Sunderland), Steven Thompson (Dundee)










