Skotar og hetlendingar ónøgdir við føroyingar

Skotar og hetlendingar biða nú ES um at halda eitt vakið eyga við hvat føroysk skip fiska av uppsjóvarfiski í ES sjógvi.

 

Serliga skotar og hetlendingar vóraðu illir inn á føroyingar undir makrelstríðnum. Lýsingarorðini, ið tá vórðu nýtt um okkum vórða ikki hissini.

 

Teir vórðu heldur ikki nøgdir við, at føroysk skip aftur fingu atgongd til ES sjógv, eftir at ein avtala var gjørd um makrelin og okkurt bendir á, at teir hava ikki funnið álitið aftur.

 

Við Shetland News siga Ian Gatt og Simon Collins, formenn í ávikavist skotska felagnum fyri uppsjóvarskip og hetlendska fiskimannafelagnum, at ES skal halda eyga við framferðini hjá føroyskum skipum í teirra farvatni, serliga eftir at landsstýrið hevur hækkað føroysku kvoturnar á svartkjaft og norðhavssild.

 

Teir siga við blaðið, at føroyingar enn einaferð vísa somu framferð sum við makrelinum og at mann eigur at umhugsað hvussu nógv latast kann føroyingum í lut av uppsjóvarkvotum, tá samstarvshugin er somikið lítil, eftir teirra tykki.