Skotland/Hetland
"Alilaksur er mest dálkaða matvøran á handilshillunum".
Ikki er undarligt, at slíkur ágangur frá umhvørvisfólki kring Stórabretland leypur øði í eitt nú skotar og hetlendingar.
Herfyri møtti hópur av umhvørvisfólki upp við stórar matvøruhandlar í 97 býum kring alt Bretland og mótmæltu aling.
Undir átakinum, sum var vent ímóti alarunum, søgdu tey, at alilaksur er mest dálkaða matvøran á handilshillunum.
Umhvørvisfólkini mæltu viðskiftafólkunum hjá handlunum til at eta villan laks heldur enn alilaks, hóast stovnurin av villum laksi er illa fyri.
Ikki minst skotar og hetlendingar kenna seg hongdar út sum syndabukkar av umhvørvisfólki, sum eisini hava havt greinar í bretskum bløðum við sama boðskapi.