(Glasgow): Skotar kenna seg ikki heilt tryggar við føroyska landsliðið. Víst er talan um veikasta landsliðið í bólkinum, tá ið hugt verður eftir styrkislistanum hjá FIFA, men søgan sigur tó, at skotar skulu ansa sær.
Fleiri ferðir hava Føroyar spælt góðar dystir ímóti Skotlandi, og tvær ferðir hevur eydnast at fáa javnleik á heimavølli. Serliga seinnu ferðina, tá ið føroyingar tóku skotar á bóli við tveimum skjótum máli, er ein dystur, sum skotar framvegis minnast væl.
- Toftir, siga fleiri av skotsku fjølmiðlafólkunum, sum fylgdu venjingini hjá føroyska landsliðnum hósmorgunin. Teir siga navnið so sannførandi, at talan kundi tað sama verið um ein forstað í Glasgow, men teir seta Toftir saman við eina av daprastu løtunum í skotskum fótbólti í nýggjari tíð.
- Eg haldi, at spælararnir stúra meira fyri dystinum ímóti Føroyum enn dystunum ímóti Italia og Fraklandi. Vanliga klárar Skotland seg væl í dystum ímóti stóru londunum, og tá hava vit einki at tapa, men ímóti Føroyum skulu vit vinna, og royndirnar siga, at tað er langt frá lætt, sigur reportarin hjá Sky Sports.
Skotsku fjølmiðlafólkini leggja ikki tann stóra týdningin í, at Føroyar taptu 6-0 á heimavølli ímóti Georgia herfyri. Teir rokna við einum hørðum dysti, har skotar ikki fáa tað lætt.










