Skotar kunnu søkja um limaskap í EFTA

Velja skotar at loysa frá hinum partinum av Bretlandi og síðani at taka seg úr ES, eru teir vælkomnir at søkja um limaskap í EFTA

Tað sigur kunningarleiðarin hjá EFTA, Tore Gronningsater, við skotsku tíðindatænastuna Scotman. Hann leggur tó afturat, at hóast Skotland er vælkomið at søkja um at sleppa upp í EFTA, so er tað ikki vist, at limalondini har vilja hava nakað land uppí. Londini í EFTA eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Hinvegin ivast Tore Gronningsater ikki í, at Skotland kundi havt fleiri fyrimunir av limaskapi í EFTA.
Sambært Scotman-tíðindatænastuni hava tveir av teimum fremstu monnunum í skotska tjóðskaparflokkinum, Gordon Wilson og Jim Sillars, mælt floksformanninum, Alex Salmond, til at kanna, hvørjar aðrar møguleikar Skotland hevur, um skotar velja loysing og at fara burtur úr ES. Wilson og Sillars eru ávikavist fyrrverandi floksformaður og fyrrverandi næstformaður í SNP.
Í sambandi við avgerðina at halda fólkaatkvøðu í Skotlandi um loysing hava fleiri sett spurnartekin við, um Skotland kann halda fram í ES, um landið loysir frá hinum partinum av Bretlandi, tí sum er er Skotland í ES sum partur av Bretlandi.