Skotar kunnu enda uttan fyri ES

Bretska stjórnin hóttir nú við at seta Skotland uttan fyri ES, um skotar velja at loysa frá hinum partinum av Bretlandi

Tað stendur skotum frítt at velja loysing frá hinum partinum av Bretlandi, men so skulu teir ikki kenna seg vísar í at varðveita støðuna sum limir í Evropasamveldinum.

Tíðindastovan Scotsman endurgevur eitt skjal hjá uttanríkisráðnum í London, har ráðið viðger tann møguleika, at Bretland kann nýta sýtingarrættin í ES ímóti einari umsókn frá einum sjálvstøðugum Skotlandi um limaskap í samveldinum.

Skotski forsætisráðharrin, Alex Salmond, hevur sagt, at Skotland heldur fram sum partur av ES, eftir at landið hevur loyst frá hinum partinum av Bretlandi. Men hesum hava bretskir politikarar, teirra millum fleiri í tí konservativa stjórnarflokkinum, víst aftur. David Cameron, forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum, hevur heldur ongantíð dult fyri, at hann er ímóti skotskari loysing, og hann hevur beinleiðis mælt skotum frá at atkvøða fyri loysing, tá fólkaatkvøða verður um spurningin.
?Talsmaðurin hjá Alex Salmond sigur hinvegin, at Skotland er partur av ES-økinum, borgarar landsins eru ES-borgarar, og at tað er einki, sum bendir á, at hesi viðurskifti verða broytt, um Skotland verður sjálvstøðugt land.