Skotar krevja frágreiðing frá Shell

Skotska stjórnin er ikki nøgd við tær upplýsingar, sum eru komnar frá oljufelagnum Shell um lekan á einari rørleiðing hjá felagnum. Olja er runnin úr leiðingini síðani í síðstu viku, og hóast Shell sigur seg hava tamarhald á støðuni, vil skotska stjórnin hava fleiri upplýsingar frá felagnum.

Lekin er nærhendis einum oljupalli, sum stendur eystur úr Aberdeen. Shell sigur, at higartil eru 13.000 tunnur ella umleið 200.000 litrar av olju runnin út í havið. Hildið verður, at umleið 4.000 tunnur standa eftir í rørunum.