Skotar kanna havið

Hósdagin kom skotska havrannsóknarskipið Scotia á Havnia. Skipið er við í eini verkætlan, sum eisini umfatar kanningar undir Føroyum

Skotska havrannsóknarskipið Scotia kom á Havnina hósdagin og fór avstað aftur fríggjadagin.

Skipið er við í eini verkætlan, sum EU fíggjar, og sum umfatar streym- og hitamátingar av sjónum millum Føroyar og Skotland, sigur Bogi Hansen á Fiskirannsóknarstovuni.

Scotia hevði tikið onkran streymmátara upp og kom til Havnar at skifta battarí. Hetta verður gjørt her, tí mátarin er av sama slagi, sum føroyingar brúka, og lættast var at koma hendanvegin at fáa tað gjørt, sigur Bogi Hansen.