Pelagiska vinnan í Skotlandi er í øðini um, at ES hevur givið føroyingum loyvi at fiska 25.000 tons av makreli við Hetland næsta ár. Tað skrivar Shetland News.
Tað er verandi makrelsemja millum Føroyar og ES, sum er longd í eitt ár, men skotar vilja vera við, at teir annars høvdu fingið lyftið um, at hon skuldi endurskoðast, og at føroyska kvotan skuldi minka.
Sambært skotum fáa føroyingar størri makrelkvotu enn teir átta hetlendsku trolararnir sjálvir fáa. Ian Gatt, sum er formaður í skotska pelagiska fiskimannafelagnum sigur, at talan er um vanvirðiliga skomm.
- Evropakommissiónin hevur svikið sítt lyfti um at endurskoða avtaluna samsvarandi tí, sum bretska vinnan og stjórnin søgdu teimum, og at hava árligar samráðingar aftur, sigur hann, sambært Shetland News. Hann sigur, at tað tí er sera týdningarmikið, at skotskir og bretskir ráðharrar taka evnið upp, tá fiskivinnusamráðingar vera í desember.
Simon Collins, umboð fyri hetlendska fiskimannafelagið, er eisini vónsvikin.
- Makrelurin hevur fremstu raðfesting fyri Bretland og Skotland, men kortini hevur ES sett áhugamálini hjá eini fiskivinnutjóð, sum ikki er limur, fram um áhugamálini hjá sínum egnu. Hetta prógvar bara, hví jú fyrr Ongland sleppur úr felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES, jú betri, sigur hann.
Føroyska makrelkvotan við Ongland verður 24.690 tons aftur næsta ár.