Skotar hugtiknir av okkara skjóta breiðbandi

– Tey hava í veruleikanum alt í Føroyum. Og tað er trupult hjá mær – sum skota – at síggja, tí tað fær teg at staðfesta, at vald og áræði ganga hond í hond. Og av tí at vit hava hvørki, eru vit ivasom, sigur skotska sjónvarpskvinnan, Lesley Riddoch, sum hevur gjørt ein film um Føroyar

Føroyar – »The Connectet Nation« kallast filmur, sum skotska Lesley Riddoch hevur gjørt um Føroyar

 

Í samband við Arctic Hub ráðstevnuna, sum var í Føroyum fyrr í mánaðinum, gjørdi skotska sjónvarpskvinnan Lesley Riddoch ein film um Føroyar við denti á skjóta internet breiðbandið, serliga á farnetinum, um áræði føroyinga og um, hvussu nógv føroyingar ráða sær sjálvum við egnum lóggávutingi, egnum máli og mentan.

 

– Eftir at hava vitjað her í fýra dagar má eg ásanna, at tað er nógv at hugsa um hjá okkum:

 

– Sterku Føroyar og okkara Skotland í broyting. Eg undrist á stóra áræði hjá hesum lítla oyggjarbólki at seta seg upp ímóti Google – og vinna! Eg eru hugtikin av áræði teirra at fara undir laksaframleiðslu og klára tað nógv betur enn so nógv onnur so nógv størri lond enn Føroyar.

 

– Og so tykjast tey hava gloymt, at tey hava heimsins skjótast mobila internetsamband. Tað man vera tí, at tey hava havt tað so leingi. Tú mást minna tey á, at tey hava so stórt vald, at tey hava sítt egna lóggávuting. Ja tey hava í veruleikanum alt her. Og tað er trupult hjá mær – sum skota – at síggja, tí tað fær teg at staðfesta, at vald og áræði ganga hond í hond. Og av tí at vit hava hvørki, eru vit ivasom

 

– Eg haldi, at har tað er vald, har er áræði og møguleiki fyri eini nógv betri framtíð, endar Lesley Riddoch hálva tíma langa filmin, sum tú sært við at trýsta á pílin á myndini.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja filmin.