Skotar harta føroyingar

Nú strandalondini fara at gera eina roynd afturat at semjast um makrelveiðina, hartar skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lockhead, føroyingar og tann føroyska makrelfiskiskapin í ár. Í einari fráboðan vísir ráðharrin á, at føroyingar tillutaðu sær eina so stóra kvotu, at teir megnaðu ikkii at fiska hana sjálvir, men máttu fáa hjálp frá útlendskum skipum.

Richard Lockhead sigur, at tað eru tekin um, at makrelurin, sum føroyingar fiskaðu, var vánaligur og ikki egnaður til mannaføði, og hann leggur afturat, at hetta kann ikki halda fram eitt ár afturat.

Skotski fiskimálaráðharrin sigur, at halda føroyingar og íslendingar fram við at sama fiskiskapi, er vandi fyri, at makrelstovnurin fer niður um tað ráðiliga minstamarkið í 2014.