Skotar dyrgja eftir álopsspælara

Skotski landsliðsvenjarin Alex McLeish ætlar at gera eina roynd at fáa álopsspælaran Gabriel Agbonlahor at spæla fyri skotska landsliðið. Agbonlahor spælir fyri Aston Villa í Onglandi, og hann hevur spælt U21 landsdystir fyri Ongland. Mamma hendan Agbonlahor, sum er gávuríkur álopsspælari, er úr Skotlandi, og tí heldur McLeish tað verða eina roynd vert, at fáa hann at skifta til skotska landsliðið. Agbonlahor kann eisini spæla fyri Nigeria, haðani pápi hansara er ættaður.