Suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap veit at siga, at norðurkoreanskir hermenn hava skotið tvørtur um markið til Suðurkorea, og í dag hevur ein embætismaður í verjumálaráðnum í Seoul váttað tíðindini.
Yonhap skrivar, at tilburðurin var við býin Hwacheon, sum er einar 90 kilometrar í landnyrðing úr Seoul.
Sambært tíðindunum skutu teir norðurkoreonsku hermenninir eftir einari hernaðarlegu suðurkoreonsku megin markið. Suðurkoreanska herleiðslan sigur, at hon er í ferð við at kanna upplýsingarnar.