Ferjan Bergensfjord, sum siglir millum Hirtshals og Langesund í Noregi, mátti venda aftur fyrrapartin, eftir at ein skorpión hevði bitið ein smádrong umborð.
Skiparin á Bergensfjord gjørdi av at venda aftur til Danmarkar við tí átta ára gamla dronginum. Hann varð fluttur á sjúkrahús beinanvegin, men varð útskrivaður seinnapartin.
Reiðaríið Fjordline eigur Bergensfjord, og Rickard Ternblom hjá Fjordline sigur við norska kringvarpið, at tey eru fegin um, at støðan ikki gjørdist meiri álvarssom.
Hóast manningin leitaði á ferðini aftur til Noregs, og meðan skipið lá í Langesund, eydnaðist tað ikki at finna skorpiónina, sigur NRK.