Grindahvalurin, sum seinnapartin í dag varð sæddur suðuri við Breiðasand á Eiði, hevur lagt beinini og er eftir hvat skilst eisini skorin upp. Fólk á Eiði siga, at hvalurin varð tikin upp á bryggjuna, og har varð beinanvegin farin undir at skera upp.
- Hvalurin var seks metrar langur og átta skinn. Tað sá út til, at hvalurin varð deildur millum teir, ið fingust við drápið og annars tey, ið hildu seg framat. Eg havi aldri hoyrt um, at man fer undir at skera upp - og deila út skinn av sjúkum hvali, sigur eygnavitni í kvøld.
Virkandi sýslumaður í Eysturoy, Jacob Vestergaard, sigur við In.fo í kvøld, at hann fekk fráboðan frá monnum, sum høvdu sæð henda hvalin út fyri Breiðasandi seinnapartin.
- Eg fekk fráboðað, at hvalurin hevur ligið har og grindað allan seinnapartin. Sum eg skilti, ætlaði ein einstakur bátur út at kanna umstøðurnar hjá hvalinum nærri. Eg havi skilt, at hvalurin at enda var strandaður inni á sandinum, og tí segði eg, at teir kundu gera sum best.
Jacob Vestergaard sigur, at tað er ikki óvanligt, at hvalur dettur burtur úr einum grindabólki og villist inni við land - og endar uppi á landi. Tí gav hann monnunum heimild at avlíva hvalin og sjálvar at taka støðu til, hvat best var at gera.
- Eg segði, at mettu teir hvalin vera brúkiligan, kundu teir taka sær av honum - og um ikki kundu teir beina hann burtur. Tað er ikki vanligt at gera tað stóra hóvastákið burtur úr einum vilstum hvali, sigur sýslumaðurin í Eysturoy, Jacob Vestergaard.