Skorheim vil hava frið fyri Havnini

Kann einki fáa frið fyri høvuðsstaðnum, spyr borgarstjórin í Klaksvík.

Seinastu dagarnar hevur kjak tikið seg upp um, hvørt tøknibreyt skal vera á Glasi eisini, eins og tað í dag er í Klaksvík. Men Rigmor Dam hevur sýtt at ganga ynskinum hjá stjóranum á møti. 

Les eisini: Rigmor noktar Glasi tøknibreyt

Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi sigur, at sjálvandi skulu hesar útbúgvingar eisini vera í Havn. Men hann møtir nógvari mótstøðu á hesum øki, tí hóast umsóknir um hetta, hevur mentamálaráðið nokta fyri tí. Eisini orsaka av atliti til útbúgvingarnar í Klaksvík. 

Les eisini: Lokalpolitikkur tikin framum næmingin

Nú blandar borgarstjóri í Klaksvík seg í kjakið, eftir at tingmenn úr Klaksvík hava sagt sína hugsan, og tað sama borgarstjórin á Sandi.

Les eisini: Sjálvandi hevur Bogi Bech Jensen rætt

- Komandi vetur fara umleið 100 næmingar at ganga á tøknibreyt á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevur kunnað bygt upp hetta væl virkandi miðnámstilboð, júst tí at alt landið er upptøkuøki. Landskassin hevur gjørt íløgur fyri tíggjutals milliónir í hesar karmar, ið svara ógvuliga væl til samlaða næmingargrundar­lagið í landinum, og tí er tað burturvið og ógvuliga hugstoytt at frætta, at nú vilja kreftir í miðstaðarøkinum skapa eina óneyðuga og útreiðsluskapandi dupultfunktión við eisini at bjóða júst sama undirvísingartilboð har, sigur Jógvan Skorheim í dag í lesarabrævið. 

 

 

Víðari greiðir hann frá, at føroyska samfelagið hevur gjørt og ger framvegis íløgur fyri samanlagt milliarda upphæddir í undirsjóvartunlar og eitt framúr gott veganet, sum ger, at m.a. klaksvíkingar kunnu ganga í skúla t.d. á Kambsdali og í Havn.

 

 

- Hetta framúr góða samferðslunetið ger tað møguligt hjá okkum at byggja hetta samfelagið út sum eitt heilt land – heldur enn sum bara ein avmarkaðan bý – har nøkur tilboð kunnu verða staðsett í einum býi og onnur tilboð í øðrum býum. Tað góða við øllum hesum milliarda samferðsluíløgum er nevniliga, at allir tunlar, vegir og bussar føra báðar vegir – tvs. ikki bara til Havnar, men eisini úr Havn og til eitt nú Klaksvíkar – men hetta tykjast nakrar av kreftunum í høvuðsstaðnum ikki at hava fingið við … enn, sigur Jógvan Skorheim. 

 

 

Les alt lesarabræv hansara við at trýsta her