Skorheim: - Ein framskygd verkætlan

- Vit halda tað er rætt sum kommuna, at vit ganga á odda at finna tær grønu orkukeldurnar, sigur borgarstjórin í Klaksvík við Rás2.

- Arbeiðið er komi væl áleiðis. Eftir tíðarætlanini skal tað verða møguligt longu 1. oktober at tendra fyri sjóhita í KÍ høllini, Badmintonhøllini og Svimjihøllini.


Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, við tíðindini á Rás2 um verkætlanina hjá Klaksvíkar kommunu, við at knýta almennar bygningar til sjóhita.


- Hetta er ein framskygd verkætlan, ið vit trúgva uppá kann broyta Klaksvík. Vit halda tað er rætt sum kommuna, at vit ganga á odda at finna tær grønu orkukeldurnar, og gera okkum minni avhengi til olju, ið vit vita kann vera rættiliga týðandi fram í tíðini, har tað bera gerst dýrari og dýrari, sigur borgarstjórin um verkætlanina.


Til ber at hoyra alla samrøðuna, við at trýsta á pílin undir myndina.