Tað er í øllum førum einasti møguleiki hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum at vinna politiska valdið frá Fólkaflokkinum, sum søguliga altíð er sterkur í Klaksvík, og sum sambært tveimum veljarakanningum stendur til at ganga fram á valinum týsdagin.
Men einsamallur fær Fólkaflokkurin valla valdið – og tí er Jógvan Skorheim lykilin hjá øllum hinum flokkunum til politiska valdið í Klaksvík – tí eins og í Havn, so ger man ikki slíkar avtalur fyri valið, tí alt skal standa opið – so øll frítt kunnu stinga hvønn annan í ryggin.
Tað er politikkur. Tað er stríðið um ávirkan. Tað er stríð um vald...