Skoraðu í yvirtíðini

Við seinastu HM-luttøku sínari í 1998 setti Eysturríki eitt merkisvert met. Liðið vann seg ikki víðari úr bólkaspælinum, har teir endaðu aftan fyri Italia og Chile. Men tað merkisverda var, at landið í øllum trimum dystunum skoraði eitt mál, og at hetta hvørja ferð kom í yvirtíðini. Móti Cameroon javnaði Toni Polster til 1-1, eftir at Pierre Njanka við einum framúrskarandi máli helst seg hava sent afrikanararnar á sigurskós. Móti Chile javnaði Ivica Vastic við einum skrúvandi skoti, eftir at Marcelo Salas hevði skorað eitt ivasamt mál. Og móti Italia skoraði Andreas Herzog við brotssparki í yvirtíðini. Men tá høvdu bæði Christian Vieri og Roberto Baggio skorað fyri Italia, sum altso vann 2-1.