Skora Pól var ein kempa men hevði ein veikleika

Í gamla kirkjugarði í Havn er ein litillátin gravsteinur, har tað hómast innskriftin: Vangina Poulsen. Sum øll onnur hevur hon sína søgu, sum vit fara at greiða frá. Umframt fara vit at umrøða pápa og beiggja Vanginu, sum vóru væl kendir í síni tíð

Vangina var dóttir Poul Johannes Joensen f. 10.8.1820 í Kollafirði d. 1888 og Anne Elisabeth Fredreikke Joensen f. Heinedatter í 1819 í Havn.

Pápin var vanliga nevndur Skora Pól. Hann var uppsitari á sorinskrivara­garðinum í Norðradali.

Tey áttu 10 børn. Fýra teirra doyðu smá. Tey, sum komu undan, vóru:

 

Henrietta Poulsen. F. 1849. D. 1919 á Hvítanesi. Giftist 1875 við Hans Andrias Joensen Nybo. Búðu á Hvítanesi.

 

Hanna Maria Poulsen f. 1849, tær vóru tvíburar. Deyð í 1917. Giftist 1874 við Bærent Marius Dan­iel­sen. Pápi hansara Daniel var ein av niður­setu­monn­unum á Hvítanesi. Í eini kom­andi Miðviku verð­ur greitt nærri frá hennara ætt.

 

Jens Hendrik Julius Poulsen f. 1859. Giftist í 1878 við Karin Cathrina Christiansen, f. 1846 í Syðradali, d. 1943 í Havn

 

Joen Pauli Poulsen, f. 1854. D. 1901. Giftist í 1884 við Nicoline Johannesdatter f. 1844 í Tórshavn.

 

Emillia Henrikka Poulsen f. 1859. Giftist í 1896 við Samuel Andreas Joensen, f. 1868 í Funningi. Hann var politistur.

 

Vangina, (1862-1925) vanliga nevnd Gina, var yngst av teimum seks børnunum sum komu til. Øll eru fødd í Norðradali. Tey, sum giftust, giftust í Havnar kirkju.

 

Vangina varð svikin av dronginum

Nena Danielsen greiðir frá, at hon hevur hoyrt frá familjuni, at Vangina var trúlovað sum ung. Drong­urin fór til Grimsby at sigla við trolara. Ætlanin var, at tey skuldu giftast, tá ið hann kom aftur. Men so bleiv ikki. Drongurin fann sær konu í Grimsby og kom ongantíð aftur. Gina átti hús á Hoyvíksvegnum. Hon livdi ógift allar sínar dagar og vaskaði skrivstovurnar hjá embætismonnum og sparikassanum í Havn. Hon hevði góðar hendur at virka tað, sum fyri lá. At hon var nógv vird í sínum virki sýndi stóra fylgið, tá ið hon fór til gravar. Millum hesi vóru tey, hon hevði arbeitt fyri, og sum vóru roknað fyri at vera elitan í Havn.

 

Jóan Pauli druknaði á Havnarvág

Ein beiggi Ginu var Jóan Pauli í Dandastovu. Hann var skómakari og fergu­maður. Um hann greiðir M. S. Viðstein millum annað frá:

Tað var í 1901 eitt ill­veðurskvøld, at Jóan Pauli var farin umborð á bretska herskipið Bellona, sum lá langt úti á Fossinum. Við honum var Sven Arnason, pápi Herluf. Tað leið út á kvøldið, og teir komu ikki aftur í land. Heima góvu tey seg til tols við, at teir helst gistu umborð um náttina, tí tað var bæði óveður og bølamyrkur. Náttin leið og eingin vardi av vanda. Men í Rættará varð fólk vakt á midnátt av rennvátum manni, sum ikki rættiliga fekk orð fyri seg, men sum kundi greiða frá vanlukkuni, sum var hend. Hetta var Sven, sum illa at holdum komin, hevði leitað sær fram at húsinum hjá Hans í Rættará. Tá vísti tað seg, at Sven og Jóan Pauli í myrkrinum høvdu róð seg á ein flúr í Álakeri og báturin var hálvdur.

Tað varð beinanvegin farið leitað, og seinni var Jóan Pauli funnin deyður. Eftir sótu konan Nikolina og sonurin Pól, sum tá var á 15. ári.

Pól var tískil ungur, tá ið hann tók við sum flutn­ings­maður eftir faðir sín. Hann var raskur, fryntligur og hjálpsamur og skjótt kom hann var vera av kendastu flutningsmonnum.

Elias í Rættará bygdi nýggjan flutningsbát til Pól. Hann var sum eitt seks­mannafar til støddar og hevði stór setur aftan. Tvørt­ur um setrið stóð ein breið bakfjøl, har tað við gyltum stavum stóð “Færge 25 Øre.” Tað var dagur í viku, tá ið nýggi flutningsbáturin hjá Pól hjá Jóa legðist fyri íla út fyri Müllersbrúgv. “Hurrá fyri ferguni hjá Pól hjá Jóa!” róptu smá­dreing­ir­nir niðri við Eystaruvág. Tað vóru eisini góðar grund­ir til at heiðra Pól hendan dagin, tá ið hann hevði fingið nýtt far til at røkja tað starv, sum hann hevði tikið við eftir faðir sín.