Skora ikki

Jákup Mikkelsen, sum er annar av venjarunum hjá KÍ, var ikki beinleiðis ónøgdur við spælið hjá sínum monnum sunnudagin. Men hann staðfesti, at effektiviteturin má verða nógv størri, um KÍ skal ota seg uppeftir.

- Vit hava bóltin nógv. Fyri steðgin skapa vit kanska ikki so nógv, men í seinna hálvleiki hava vit onkrar stórar møguleikar, men vit fáa ikki mál, og tað er tann stóri trupulleikin, sigur Jákup Mikkelsen.

Einasti veteranurin hjá KÍ – umframt Jákup sjálvan – var Arnold Joensen, sum spældi størsta partin av dystinum. Jákup vildi ikki siga, at liðið hjá sær er ov ungt, men nakað av royndum høvdu ikki gjørt tað verri.

- Tað besta er sjálvandi, um talan er um blanding av ungum og eldri spælarum. Men royndu menninir hjá okkum hava verið eitt sindur óhepnir. Jan Andreasen er úti við leikbanni og Heðin á Lakjuni er skaddur, so teir fingu vit ikki brúkt í dag.

Tapið ber við sær, at KÍ nú er aftast. Komandi uppgávan er í Fuglafirði, og hóast tað verður trupult, so bera Jákup og hansara menn framvegis høvdið høgt.

- Úrtøkan higar til er ikki nóg góð. Og ein slíkan dyst sum í dag, eiga vit at vinna. Men vit arbeiða framvegis hart, og vit hava avgjørt vónir um at fáa nakað við okkum av vøllinum í Fuglafirði komandi sunnudag, sigur Jákup Mikkelsen.