Tað eydnaðist Høgna Bjørgheim Rasmussen í Havn tvær ferðir at sleppa ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Fyrru ferðina hevði hann fult rað og vann eina ferð til Danmarkar.
Aðru ferð, hann slapp ígjøgnum, hevði hann fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum, har høvuðsvinningurin í kvøld var á 2,1 miljónir skattafríar krónur.
Høgni Bjørgheim Rasmussen valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi. Tað gjørdist eisini eydnan hjá honum í kvøld.
Longu í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið trygt - og uttan himpr - á reyða leypinum.
Her hevði Høgni Bjørgheim Rasmussen lagt triðingin av høvuðsvinninginum í - 700.000 skattafríar krónur, sum eisini gjørdist vinningurin hjá honum í kvøld.
- Tað er fríggjakvøld, og tú hevur nú vunnið bæði ferð til Danmarkar umframt 700.000 krónur. So, nú mugu tit feiðra tað í kvøld, helt gekka-verturin, Jensina Olsen, fyri.
- Ja, okkurt stuttligt má fara at verða. Tað verður man noyddur til, segði hepni og fegni vinnarin í Gekka-spælinum í kvøld, Høgni Bjørgheim Rasmussen.