Yakubu, sum hevur millum vandamestu áleypararnar hjá Everton seinnu árini, fekk ikki spælt stóran part av farna kappignarárið, tá hann í november sleit hælsinuna í dysti móti Tottenham. Fyrsti dysturin hjá Yakubu síðani tá var í gjár, tá hann spældi við eykaliðnum hjá Everton í dysti móti Burnley. Og her brúkti hann bara 31 sekund um at leggja everton á odda. Seinni legði hann upp til 2-0 málið, sum Dan Gosling skoraði, áðrenn Yakubu eftir 70 minttunum varð skiftur út.