Skoraði 29 milliónir eftir fáum døgum

Jan Allan Müller stendur í hesum døgum í rættinum í Horsens, ákærdur fyri at hava svikað fyri smáar 8 milliónir krónur. Hann keypti búgvið eftir Injector Trawldoors fyri sweks milliónir og seldi ein triðing víðari fyri 35 milliónir krónur

Tað er Horsens Folkeblad, sum ber tíðindini um, at Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóri í Injector Trawldoors, keypti konkursbúgvið fyri 6 milliónir krónur, og seldi ein triðing víðari til eitt norskt felag fyri 35 milliónir krónur.
- Tað var nú ikki bara eg, ið skoraði kassan, men eisini teir, sum vóru saman við mær. Vit mæltu jú staðiliga ímóti at koyra felagið á heysin, tí virðið í felagnum var jú heilt greitt har, sigur Jan Allan Müller.
Felagið hevði nógv størri virði, enn tað varð sagt at hava, og serliga meira, enn bústjórin segði.
- Og tað er prógvað nú aftan á, at vit hava selt ein triðing av virðinum fyri tær upplýstu 35 milliónirnar, sigur Jan Allan Müller.
Rættarmálið, sum í hesum døgum koyrir móti vágbinginum, hevur tó eihnki beinleiðis við søluna at gera.
- Nei, ikki beinleiðis. Sjálvandi ganga nøkur nøvn aftur sum vitnir, og tað eru somu nøvn, sum vóru minniluta eigarar í Injector Trawldoors. Umframt tað er eisini eitt føroyskt virki inni í myndini, sigur Jan Allan Müller.

Vánaligt arbeiði
Verjin hjá Jan Allan Müller, Peter Secher Schmidt, segði í rættinum, at løgreglan hevði eftirkannað málið ómetaliga lítið, og hevur latið kurator í búnum, Johan Ladegaard, um at útvega prógv í málinum.
- Arbeiðið, sum løgreglan hevur gjørt, er at vera blivin fóðrað av bústjóranum. Og áðrenn felagið fór av knóranum vóru ætlanir um, at onkur skuldi havaq fatur á felagnum. Tað eydnaðist so tíbetur ikki, sigur Jan Allan Müller.
Hann heldur tað tó vera ilt at siga, um sakarmálið er ein hevnisøka ella ikki.
- Tað er trupult at siga nakað um tað, men okkurt býr aftan fyri, rokni eg við, sigur Jan Allan Müller.
Málið hevur alla tíðina verið lýst sum ein stjóri og ein bókhaldari, sum eru ákærdir, men tað er ikki heilt rætt.
- Eg skal so upplýsa, at talan ikki er um ein bókhaldara, men um ein logistikkmann. Eg veit ikki hví tað framhaldandi er refererað til ein bókhaldara, men tað sigur nógv um arbeiðið hjá løgregluni, at teir ikki vita, hvør ið hvør er, sigur Jan Allan Müller.
Hann sigur, at hann sjálvandi hevur noktað seg sekan í ákærunum.


Hálvt ár eyka
Málið var ætlað at vara til 22. juni, men dómarin hevur útsett málið.
- Við tað, at vit hava lagt dokumentatión fram hesar fyrstu dagarnar í rættinum, sum í veruleikanum vísir, at eg eri ósekur í fleiri av ákærunum. Tí hevur dómarin gjørt av, at málið koyrir hesar dagarnar í juni, men síðani verður málið útsett í umleið eitt hálvt ár. Hetta fyri at geva okkum tíð at finna fram nýggj prógv og nýggj vitnir, men helst eisini fyri at geva løgregluni tíð at kanna málið nærri, sigur Jan Allan Müller.
Peter Secher Schmidt hevur ein lista við 20 nøvnum, sum kunnu gerast potientiell vitnir.
- Tað verða sjálvandi ikki øll 20 vitnini kallað inn, men tey, sum eru relevant fyri sakina verða so innkallað, sigur Jan Allan Müller.
Hann kennir seg rættiliga vísan í, at tá dómur fellur, verður hann fríkendur.
- Ja, tað rokni eg við. Eg rokni heldur ikki við, at eg hevði fingið møguleika at keypt konkursbúgvið saman við øðrum, um eg ikki hevði eitt skilagott samband við bankan, ið stóð aftan fyri Injector Trawldoors, sigur Jan Allan Müller.
Hann vísir á, at eingin skilti, hví bústjórin bleiv við at pástanda, at eingi virðir vóru í felagnum, tá tað var prógvað, at virðini vóru har.

Stór virðir
- Einasta orsøkin til, at eg fekk keypt búgvið var, at eg fekk eina avtalu í lag við Sydbank, sum frysti bústjóran niður í eitt tíðarskeið upp á tveir mánaðar, soleiðis at eg og Sydbank kundu fáa frið at arbeiða. Soleiðis kundu vit fáa frið at selja tey aktivir, sum vóru í felagnum, sigur Jan Allan Müller.
Bústjórin upplýsti ongantíð fyri nøkrum, heldur ikki kreditorunum, at tað lá ein sáttmáli við eitt amerikanskt/franskt oljufelag í felagnum til eitt virði av 80-90 milliónir krónur.
- Hinvegin arbeiddi bústjórin við einum tali heilt niður á 1,7 milliónir krónur, sum bert er ein triðingur av tí, sum eg keypti búgvið fyri, sigur Jan Allan Müller