Skorðaberg bleiv sleipaður heim

Fekk trolið um skrúvuna

Partrolarin Skorðaberg bleiv í gjár sleipaður inn til Klaksvíkar, aftaná at skipið hevði fingið trolið um skrúvuna, tá tað var til fiskiskap eftir gulllaski.


Tað var fyrrakvøldið, at Skorðaberg fekk trolið um skrúvuna og tørvaði sleip, skrivar Vørn á heimasíðu síni. Í fyrsta atløgu kom Fuglberg, ið partrolar við Skorðaberg, teimum til hjálpa, men í gjáramorgun kom vaktarskipið Brimil fram á skipini. Vaktarskipið tók síðan yvir og sleipaði Skorðaberg heim.


Vørn upplýsir, at skipini royndu eftir gullkasi suður móti markinum, tá trolið kom um skrúvuna.